Myndir: Andorra-Føroyar 0-1

Nations League: Betri seint enn ongantíð. Her eru myndir frá landsdystinum í Andorra, sum Javier Tamurejo hevur tikið

Sunnudagin vunnu Føroyar 1-0 í Andorra í 2. umfari í Nations League. Klæmint A. Olsen skoraði føroyska málið miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Við sigrinum hevur føroyska liðið nú seks stig fyri tveir dystir í Bólki 1 í deild D.

Umstøðurnar við korona gera tað næmast ógjørligt hjá føroyskum fjølmiðlum at ferðast til útidystir, sum tann móti Andorra sunnudagin. Tí eru ongar frásøgnir ella samrøður gjørdar á staðnum, og heldur ongar myndir tiknar av føroyskum miðlum.

Í samráð við Javier Tamurejo hevur In.fo fingið loyvi at brúka hesar myndirnar frá dystinum sunnudagin. Myndirnar síggjast undir greinini. Betri seint enn ongantíð!

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##ms##