Okkara maður í Aberdeen verður 80 ár í dag. Sofus Poulsen hevur verið ímyndin av samstarvinum millum Bretland og Føroyar Í dag fyllir Sofus Poulsen, fyrrverandi sendimaður Føroya í Aberdeen 80 ár. Dagurin verður hildin í heiminum í Aberdeen saman við teimum nærmastu
Í samfull 54 ár starvaðist Sofus Poulsen á føroysku sendistovuni í Aberdeen. Fyrstu árini var Odmar Skarðhamar sendimaður, men tá Odmar Skarðhamar legði frá sær í 1980, gjørdist Sofus Poulsen sendimaður. Talan var um eitt arbeiðið, sum kravdi, at Sofus var tøkur allan sólarringin. Gjøgnum árini uppbygdi Sofus eitt stórt kontaktnet, og virkaði hann fyri einari størri og sterkari samvinnu millum Bretland og Føroyar.
Klokkan 10.10 kemur ein samrøða á Rás2 við Sofus Poulsen.