Myndatema: Íslendski forsetin komin til Føroya

Ferðaliðið við íslendska forsetanum lendi í Vágum í gjár. Tey brúktu dagin í gjár vesture í Vágum, har millum annað var vitjað á musikkskúlanum í Sørvági, í Gásadali og á krígssavninum.

 

Í dag heldur Guðni Th. Jóhannessin ein fyrilestur á Fróðskaparsetrinum undir heitinum “Stríðið um fiskigrunnarnar: Ymiskir vegir til felags mál”.

 

Vitjanin heldur fram komandi dagarnar. Í morgin vitja tey ymiskt støð í Havn og hósdagin verður farið norð til Klaksvíkar og til Runavíkar.