Myndarøð: 51 lesandi fingu prógv á Vinnuháskúlanum

Fríggjadagin, 27. juni 2014, fingu 51 lesandi prógv handað á Vinnuháskúlanum

Fríggjadagin, 27. juni 2014, fingu 51 lesandi prógv handað á Vinnuháskúlanum, har eini 250 fólk vóru komin saman fyri at luttaka í próvhandanini á skúlanum. Wilhelm E. Petersen, stjóri, bjóðaði vælkomin og helt eisini eina røðu fyri próvtakarunum. Gestarøðari hesaferð var, Rúni Hansen, stjóri hjá Statoil, sum kom við einari mergjaðari røðu. Umboð fyri Maskinmeistarafelagið, og onkur av luttakarunum, góvu næmingunum nøkur góð orð við á ferðini. Tvey umboð fyri næmingarnar hildu eina røðu til luttakararnar. 

Nøvnini hjá næmingunum síggjast við at halda músini yvir myndini.