Nógv ungfólk nýttu sum vanligt dagin fyri Ólavsøku til at hugna sær á Ólavsøkukonsertini. Eins og í fjør varð konsertin hildin í Tórsgøtu, og tað, at tað er eitt sindur trongligt millum húsini, gevur sítt serstaka huglag.
Føroysku bólkarnir á Ó13, sum Ólavsøkukonsertin bleiv rópt í ár, vóru Páll Finnur Páll, Glóð, Swangah, MC-Hár og Boys in a Band. Tann danski var Noah.
Her er ein lítil myndafrásøgn, sum myndamaður okkara tók í nátt.
Myndir: Jens K. Vang