Seinnu árini hevur tað verið vanligt, at Tórshavnar kommuna sendur upp fýrverk ólavsøkuaftan. Og soleiðis eisini í ár. At Frelsunarherurin heldur útimøti á Vaglinum ólavsøkuaftan er ein nógv eldri siðvenja enn krút frá býráðnum. Her eru nakrar myndir, sum myndamaður okkara fekk í kassan í gjárkvøldi.
Myndir: Jens K. Vang









