Myndabloggur: Litfagur jól á Signabø

- Jól heima hjá Eiler Fagraklett.

Jólini eru uttan iva mín yndis hátíð. Ikki einans tí, at eg fái enn ein møguleika at prýða og innrætta húsini av nýggjum, men eisini tí tað er ein heit og fevandi árstíð, har hugni og samanhald verður sett í hásæti. Mítt jólaprýði heima við hús skiftur tema og stíl hvørt ár. Tað eru altíð nakrir klassikarir, ið mugu við hvørt ár, men so legst altíð nýtt afturat, meðan annað fer út. Eg havi jólini í baktankanum alt árið. Síggi eg okkurt uttanlands, á netinum ella á loppumarknaði, ið meti kann nýtast til okkurt á jólum, so keypi eg tað. Eisini um talan er um juli mánað. Eitt jólaheim sum mítt, kemur ikki burturúr ongum. Tað krevur fitt av fyrireiking, tí lítil hjálp er at heinta frá jólanissunum.

 

 

Í ár havi eg lagt meg serliga eftir trimum ávísum stílum fyri jólaprýðið. Fyrst og fremst er tað siðbundnu reyðu og grønu litirnir, ið seta dám á húsini. Harumframt er tað nokk av gulli og brúnum heystlitum. At enda er tað fitt av kitsch við ymiskum sterkum pang litum.

 

 

Hvørt rúm ella horn í rúminum hevur fingið sín egna lit ella stíl, so ró og skil hóast alt er á tí, sum fyri summi kann tykast sum kaos, órudd og óendaliga nógvir lutir at støva av.

 

 

Eitt av mínum slagorðum er hetta: “More is more and less is a bore”, og tað er ongantíð meira hóskandi ella meira galdandi fyri meg enn á jólum.