Mylnan koyrir út við bakstri

Nú er bakaríið Mylnan farið undir onlinesølu, har fólk fáa bakstur koyrdan til dyrnar.

Tað er eingin loyna, at bakaravinnan hevur verið undir stórum trýsti, síðan bake-off baksturin gjørdi sítt inntriv á marknaðinum. Ein fyri og annar eftir hava bakarameistarar verið noyddir at snara lykilin, og úrvalið hjá kundunum er vorðið meiri avmarkað. Eftir stendur tó bakaravirksemið hjá Mylnuni, sum framhaldandi mennist. 

 

Mylnan hevur nú fýra handlar í Havn og eina nýggja heimasíðu, har til ber at bíleggja matvørur, sum verða koyrdar beinleiðis til dyrnar.

- Hendan framhaldandi menningin er kanska orsøkin til, at Mylnan framvegis fær veitt dygdargóðan bakstur til føroyingar, sigur Eirikur Magnussen, sum er bakarameistari hjá Mylnuni.

 

Eirikur Magnussen hevur verið bakari hjá Mylnuni í sløk 30 ár og fegnast um, at Mylnan fær hildið fram at menna seg – og eisini fylgt við tørvinum hjá kundanum, sum gerst alsamt meiri vanur við at keypa á netinum.

 

Hann greiðir frá, at Mylnan hevur trý kjarnuvirði, sum bakaríið hevur arbeitt við øll hesi árini: Skorpuna, smakkin og heilsuna.

- Vit brúka enn steinovn, lata breyðini ganga upp í sekstan tímar og brúka ikki strástyttara, fortelur bakarameistarin. Og hóast tað kanska kann tykjast óneyðugt, tíðarkrevjandi og ótíðarhóskandi, so er tað júst hetta, sum skal til fyri at veita dygdargóðan og burðardyggan bakstur – eisini í eini tíð, har kundin vil sleppa at keypa morgunbreyð umvegis telefonina.

 

Nýggjasta tilboðið hjá Mylnuni er, at tú kanst bíleggja á netinum og fáa bakstur og matvørur koyrdar beint til dyrnar. Tá tú bíleggur, velur tú dato og tíð og Mylnan syrgir fyri, at tú fært alt tað, tær tørvar til høvið.