Á Mykinesleiðini er ferðafólkatalið farið frá 19.790 í 2018 til 29.262 ferðandi í 2019. Vøksturin hevur sostatt verið 47,9%.
Talan er um tøl fyri summarhálvuna, tað vil siga frá apríl til oktober. Uppgerðin er gjørd soleiðis, at ferðing aftur og fram telur fyri tvey ferðandi.
Vøksturin hevur eisini verið sera stórur seinastu fimm árini. Í 2014 vóru 12.518 ferðandi. Tað vil siga, at ferðafólkatalið er væl meir enn tvífaldað seinastu fimm árini.
– Uttan iva fer ferðafólkatalið út í Mykines at økjast lutvíst líka nógv, um ikki forðingar verða setir fyri hesum. Í Mykinesi er ferðavinnan eldri og væl meira búnað enn á Kalsoynni, sum ikki hevur verið so væl vitjað fyrr enn nú, síðani Kópakonan varð reist í Mikladali í 2014, sigur Olivur Thomsen frá Visit Kalsoy.
Kalsoyarleiðin
Á Kalsoyarleiðini er ferðafólkatalið farið frá 41.196 í 2018 til 50.571 ferðandi í 2019. Vøksturin hevur sostatt verið 22,8%.
Vøksturin hevur eisini verið sera stórur seinastu fimm árini. Í 2014 vóru 22.792 ferðandi. Eisini her er ferðafólkatalið meir enn tvífaldað seinastu fimm árini.
– Komandi árini fer ferðafólkatalið á Kalsoyarleiðini uttan iva at økjast við somu ferð, tí Kalsoyggin ber nógv, og har kann ein sigla til næstan hvønn dag á árinum. Við núverandi ferð kann ein rokna við 100.000 ferðandi um fimm ár, sigur Olivur Thomsen frá Visit Kalsoy.
Hann vísir á, at økta ferðafólkatalið viðførir longu í dag, at ordiligur gonguvegur má gerast út á Kallin, at vesi- og hølisviðurskifti mugu skipast á kajuni á Syðradali, at bussleiðin má mennast bæði í túratali og stødd av bussi, og at Sam siglir oftari týs- og hósdagar.
– Grundarlag er longu nú fyri at bjóða fram taxakoyring í oynni, og at útleiga bilar og súkklur – eins og grundarlag fyri at útleiga kømur og at reka hotel- og matstovuvirksemi er komið fyri at vera – og ikki minst fyri at lata upp ein handil í oynni, tí í løtuni er bara ein kiosk á Trøllanesi. Møgulig ferðavinnutiltøk sum framsýningar, skipaðir túrar og aðrar upplivingar ber eisini til, sigur Olivur Thomsen frá Visit Kalsoy.