Tað er løgtingsmaðurin Jóhannis Joensen, sum hevur sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, ein grein 52 fyrispurning, har hann spyr um pritlini og spyr, um landsstýrismaðurin ætlar at syrgja fyri, at aðrar grønar orkuskipanir, so sum sólorka, eisini verða frítiknar fyri mvg.
Í viðmerkingum til spurningin, sum er dagfestur 7. apríl, vísir løgtingsmaðurin á, at grøna orkuskiftið er heitt kjakevni og verður tað helst eisini frameftir.
– Øll heimsins lond gera bindandi avtalur um at leggja um til grønari orkuloysnir og steðga CO2-útlátinum á klótuni.
Hann vísir á, at í dag eru fleiri undantøk í mvg-lógini, sum gera tað lættari at skifta til grønar akfarsloysnir. Tað er greitt, at mvg-frítøkur ikki gagna borgaranum, um søluliðið hækkar prísin samsvarandi mvg-frítøkuna. Tó vísa frítøkurnar og líknandi átøk, at fleiri leggja um til grønari orkuloysnir.
– Eldrivin prutl eru ikki undantikin mvg, hóast tey eru motorakfør á sama hátt sum onnur akfør, ið eru undantikin mvg. Mvg-frítøkurnar í meirivirðisgjaldslógini fata einans um akfør, ið eru fevnd av løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum, men í lógini um avgjøld við skráseting av motorakførum er greitt ásett, at hon ikki fevnir um prutl, og tað hóast tey eisini eru eitt slag motorakfari, sigur Jóhannis Joensen.
Hann vísir á, at sólpanel eru ein av grønastu orkuloysnunum.
– Tekniskt, búskaparliga og sum orkukelda er hetta ein góð loysn fyri húsarhaldið sum hjáorkukelda. Tí kann tað undra, at ymiskar aðrar orkuloysnir sleppa undan mvg, men ikki sólpanelskipanir, sigur løgtingsmaður.
Landsstýrismaðurin hevur 10 yrkadagar at svara fyrispurninginum.