Musikkskúlaorkestur á skúlaferð

Í morgun fara tvey blásiorkestur hjá Tórshavnar Musikkskúla á lokala skúlaturné og spæla í trimum skúlum um morgunin.

 

Orkestrini halda síðani eina almenna konsert um kvøldið, saman við Messingorkestur Tórshavnar Musikkskúla.

 

Spælt verður á hesum skúlum:

kl. 08:00 á Fløtum, eindin á Frælsinum

kl. 10:00 á Argjahamri

kl. 12:00 Løgmannabreyt

kl. 19:00 Almen konsert við Løgmannabreyt

 

Orkestrini sum luttaka eru:

Lúðrar - harmoniorkestur manna við 20 næmingum á grundstigi

STM     - harmoniorkestur manna við 40 næmingum á miðstigi (Skúlaorkestur Tórshavnar Musikkskúla)

MTM    - hornorkestur manna við 20 næmingum á miðstigi (Messingorkestur Tórhavnar Musikkskúla)

 

Samstundis er hetta eitt stuðulstiltak til STM. Eitt vælmannað lið av næmingum, ferðaleiðarum, foreldrum og lærarum á 60 fólk fara á konsertferð til Keypmannahavnar síðst í apríl.

 

Orkestrið luttekur í árligu Musikskoledage i Tivoli, og spælir har 30. apríl. Á stevnuni eru eini 230 bólkar og orkestur og okkurt um 5000 luttakar tilsamans.