.
Samrøðan
Eg eri rætt endurgivin og geri ikki mun á lærarum, men sigi, at munur er á umstøðum teirra. Samrøðan hevur als einki við lærarar, leiðarar ella førleikar teirra at gera.
Tað er ikki altíð lætt at lesa millum reglurnar. Viðhvørt verður lisið í meira lagi og onkuntíð enntá við síðuna av.
Ætlanin er sjálvsagt, at tulkingar skulu bera á fremjandi bógvin, og tí verður nomið við knøttar, men handalagið skal helst verða so frægt, at teir ikki fara í baklás.
Neyðugt er at eggja myndugleikum til loysnir, tá ið sakin má metast at vera gagnlig. Leiðarapartin á staðnum meti eg at hava so stóran týdning, at hann, parturin, eigur at mennast.
Neyðugt er við foreldrum ella avvarðandi, sum halda næmingum til og sýna áhuga. Hetta hava nógv foreldur vitað leingi, men mín uppgáva er at siga tað fleiri ferðir.
Skipanin
Tað mest torgreidda málið í musikkskúlaskipanini, er tann landafrøðiliga og samsvarandi kommunalpolitiska spjaðingin. Hesum grundleggjandi fyritreytum arbeiðir musikkskúlaskipanin undir. Samfelagsbygnaðurin gevur mikið fyrisitingarligt høvuðbrýggj, har mest sjálvsagdi møguleikin tykist vera fjøltáttan, men ikki einsháttan.
Tað verður ikki uttan hóvasták at vit broyta oyggjalandið til meginland, men Landsstýrið er í holtur við tað, og tað tekur drúgva tíð. Arbeitt verður í løtuni við bori og asfalti. Nýggj hugførsla fer at taka longur tíð, og vit kunnu bert meta um samfelagsmynstur, tá høvuðssetningurin er rokkin, nevniliga, at fáa gott samband við Havnina.
Landsstýrið hevur sett økismenningarráð til at ummæla samfelagsligar gongdir. Musikkskúlaskipanin er partur av samfelagnum, og í Føroyum hava vit í løtuni fleiri samfeløg við ymiskligum fyritreytum, landafrøðiliga og valdsliga.
Eg eri sannførdur um, at skulu skúlar mennast, er fólkið á staðnum altýðandi parturin. Valdsbygnaður, vilji/trekleiki, skjótleiki /drál og raðfestingar av áhugamálum á ymisku plássunum avgera gongdina. Musikkskúlanna tilvera liggur í løtuni í kommunalpolitiskum hondum, tí kommunur gera sjálvar av, um tær hava musikkskúla ella ikki. Tær kommunur, sum hava musikkskúla, ynskja flestar ein vøkstur. Og tað er gleðiligt, men landsjáttanin røkkur ikki til.
Støddin á eindunum verður avgerandi fyri skap og innihald skúlanna. At skúlin við bestu fyritreytum og flestum næmingum helst fær hægsta støði, er einki undarligt, men tað órógvar meg, um munurin gerst ov stórur.
Landsstýrið hevur, um landsmusikkskúlastjóran, fakligu og námsfrøðiligu ábyrgdina av undirvísingini og rindar ferðing millum undirvísingarstøðini. Avvarðandi kommunur hava, um leiðaran á staðnum, ábyrgd av undirvísingarhølum og ljóðførum.
Innihald
Ein góður skúli er sjálvandi annað enn breidd faldað við hædd. Fyritreytir mugu vera fyri trivnaði, virki, innihaldi og menning til mentan. Ikki minst telja hugburður, karmur, meining og ætlan á staðnum. Viljin til vøkstur má koma innanífrá, og stuðul kann koma uttanífrá.
Nógvar viðkomandi viðmerkingar og tulkingar hava verið um mínar útsagnir, og tað fegnist eg um.
Vit vita, at innihaldsrík tónleikaundirvísing gagnar børnum menningarliga, við samveru, virkni, trivnaði og upplivingum. Kanningarúrslit vísa, at hon stuðlar onnur mennningarøki í uppalingini.
Ætlanin er at fremja breidd og hædd við innihaldi, og at arbeiða tilvita við báðum.
Musikkskúlin eigur at geva vanliga føroyska barninum/ungdóminum førleikar til egið gagn, eins og skúlin skal vera førur fyri at geva teimum undirvísing, ið ætlað sær yrkisleið innan tónleik.
Fjøltáttaður uppalingarligur vøkstur er málið, men hendan vakra orðing er lættasti partur av málinum.
Maðurin
Viðmerkingar um mín persón fyltu nakað ríkiliga í brævinum og bóru brá av høvuðstema.
Brævskrivarin staðfestir, at landsmusikkskúlastjórin er havnarmaður, og tað er ikki heilt við síðuna av. Og onkran týdning hevur tað fyri mín forstand, um enn eg havi gloppað liðið í eingjargarðinum.
Hinvegin gagnar tað ongum, at viðgera arbeiðsgongdir, raðfestingar, trivna, vøkstur ella afturgongd í ymiskum økjum í blaðkjaki. Ætlanin er framvegis at menna skúlarnar.
Menning
Sum eg kenni viðurskiftini kring landið, so ber til at menna skúlarnar, men talan verður neyvan um at allir fáa sama karm og innihald. Stødd og landafrøðilig viðurskifti fara at spæla týðandi leiklutir. Men hetta er ein polistiskur spurningur.
Í løtuni royna fleiri at skapa karmar, og summastaðni er skúlin ein vinningur fyri samfelagið.
Men tað skerst ikki burtur, at skipanin er í gleivstøðu - við 1070 íðkandi næmingum og 1300 bíðandi.
Eg havi framvegis vónir um fremjandi tulkingar.
Martin Mouritsen
Landsmusikkskúlastjóri










