Musikkskúla Miðnám í Havn – eitt tilboð til evnaríkar tónleikarar

Musikkskúlamiðnám á Tórshavnar Musikkskúla er trý ára fyrireikandi undirvísing til hægri lesnað innan tónleik. Musikkskúlin boðar nú frá, at umsóknarfreistin at søkja um upptøku á Musikkskúla Miðnám á Tórshavnar Musikkskúla er 15. mars 2013.

Fyri at koma inn á útbúgvingina, skal umsøkjari til upptøkuroynd, og bert tey, ið vísa serstøk evni innan tónleik, verða tikin inn.

Musikkskúla Miðnám er á Tórshavnar Musikkskúla. Øll kunnu søkja um upptøku. Tað er ikki neyðugt at vera næmingur á Musikkskúlanum frammanundan, og er hetta eitt tilboð til tónleikarar úr øllum Føroyum.

Tvær breytir eru, ein rútmisk og ein klassisk. Á Musikkskúla Miðnámi verður undirvíst í flestu vanligu ljóðførum, tónasmíði og sangi. Upptøka er treytað av, at skikkaður lærari er til lærugreinina.

Upptøkuroyndirnar eru í mai mánaði. Upptøkuroyndin er skipað soleiðis, at umsøkjari framførir á egið ljóðføri, umframt vegleiðandi roynd í teori/hoyrulæru og klaver. Fyri rútmiskar umsøkjarar er eisini improvisatión og samanspæl.

Næmingar á Musikkskúla Miðnám skulu møta eini 8 tímar um vikuna til undirvísing, umframt venjing heima við hús. Atlit verða tikin til einstaka næmingin, so skúlagongd ella arbeiði sampakkar við lesnaðin á musikkskúlanum. Møtiskylda er til undirvísingina, sigur Tórshavnar Musikkskúli í fráboðan.