Læknin hjá Michael Jackson, Conrad Murray, varð seinnapartin dømdur fýra ára fongsul fyri óviljað mannadráp. Dómarin, Michael Pastor, legði í úrskurðinum dent á, at mistakið hjá læknanum, sum kostaði poppstjørnuni lívið, var ikki eitt einstakt mistak, men at talan var um fleiri mistøk.
Conrad Murray varð dømdur fyri at hava givið Michael Jackson eina drepandi nøgd av evninum Propofol, sum er eitt doyvingarevni, ið verður brúkt í sambandi við skurðviðgerðir. Men Michael Jackson fekk tað fyri svøvnloysi.
Tann 58 ára gamli læknin hevur alla tíðina noktað seg sekan.