Ein kanningarnevnd hjá bretska Parlamentinum hevur sent boð eftir fjølmiðlakonginum Rupert Murdoch og soninum James Murdoch, tí nevndin ætlar at seta teimum spurningar um arbeiðsháttin hjá blaðnum New of the World. Umframt Murdoch-feðgarnar hevur nevndin boðsent Rebekah Brooks, sum er stjóri í felagnum News International hjá Rupert Murdoch.
Tað er komið fram, at tíðindafólk hjá News of the World hava lurtað eftir fleiri túsund telefonsvararum hjá limum í kongshúsinum, leiðandi politikarum og ítróttarfólki umframt avvarandi hjá bretskum hermonnum, sum eru falnir í Afghanistan.
Harafturat er tað komið fram, at blaðið royndi at fáa fatur á persónligum upplýsingum um fyrrverandi forsætisráðharran Gordon Brown og húski hansara.