Murdoch legði alla ábyrgd frá sær

Tann 80 ára gamli fjølmiðlakongurin Rupert Murdoch var til avhoyringar í mentanarnevndini hjá bretska parlamentinum í dag, men hóast fleiri spurningar sýtti hann fyri at átaka sær ábyrgdina av teirri ólógligu telefonlurtini hjá blaði sínum News of the World. Tað sama gjørdi sonur hansara, James Murdoch, sum er nevndarformaður í tí bretska partinum av fjølmiðlaríkinum.

Murdoch-feðgarnir viðgingu, at starvsfólk hjá fyritøkuni høvdu brotið galdandi lóg, og at talan var um ein framferðarhátt, sum teir á ongan hátt kundu góðtaka. Men teir hildu uppá, at teir høvdu ikki verið vitandi um tað, sum var hent.

-Hvør hevur so ábyrgdina, spurdi nevndarlimurin Jim Sheridan.

-Tey, sum vit hava havt álit á, og tey, sum tey hava havt álit á, svaraði Rupert Murdoch.

Undir avhoyringini kom ein maður inn í avhoyringarrúmið og oysti hvítt skúm oman yvir Rupert Murdoch. Sambært summum fjølmiðlum var talan um rakiskúm. Maðurin, sum varð tikin beinanvegin, hevði skrivað á Twitter frammanundan og sagt, hvat hann ætlaði sær at gera. Sambært fjølmiðlunum er maðurin kendur frá líknandi tilburðum fyrr.