Munurin var Christian Lund Gytkjær

Danmark vann NM-kappingina fyri U17-landslið. Tað gjørdist greitt eftir at Danmark og Ongland høvdu leikt finaluna leygardagin.

Danmark vann dystin onki minnni enn 4-0. Stóri maðurin aftan fyri sigurin eitur Christian Lund Gytkjær, og leikar hann dagliga fyri Lyngby. Christian Lund Gytkjær skeyt eitt reint hattrick í fyrra hálvleiki, tá hann hevði lagt bóltin í netið tríggjar ferðir upp á ein hálvan tíma.
3-0 var eisini hálvleiksstøðan, og tá var tað ógvuliga trupult hjá onglendingum at koma inn í aftur dystin.
Tað komu teir heldur ongantíð, tí tá tíggju minuttir vóru eftir at leika skoraði Thomas Juel-Nielsen til endaliga úrslitið 4-0.
Onglendingar fingu tó síðsta orðið í dystinum, tí Leicester-leikarin Joseph Mattock varð rikin av vøllinum fýra minuttir fyri leiklok.
Harvið taptu onglendingar so ruddiliga fyri Danmark, sum føroyska U17 landsliðið annars var um at leika javnt ímóti í fyrsta dysti teirra í kappingini, sum endaði 1-0 til Danmark.