Í fyrsta róðrinum hjá 6-mannaførum við kvinnum vóru bert tveir bátar við í kappingini, og tá endaði Jarnbardur heili 31 sekund frammanfyri Kollfirðing á øðrum plássi. Tí mundu nógv helst halda, at kappingin hjá 6-mannaførunum við kvinnum fór at gerast rættiliga lítið áhugaverd.
Á Sundalagsstevnu høvdu bæði Hvessingur og Smyril tó boðað frá luttøku, so nú vóru brádliga fýra bátar við. Tað vóru tó Jarnbardur og Kollfirðingur, sum struku avstað alt fyri eitt við Jarnbardi heldur omaná.
Tá bátarnir høvdu knappar 500 metrar eftir á málið, var Kollfiðringur enn væl við í kappingina. Tær gjørdu alt fyri at fylgja við Jarnbardi, men í endaspurtinum dró Jarnbardur frá, og endaði góðar tríggjar bátslongdir frammanfyri Kollfirðing. Kvinnurnar á Kollfirðingi høvdu tó bøtt sera nógv um úrslitið frá fyrsta róðrinum, og tí kunnu tær kanska leypa ein hvøkk á Jarnbard ein av komandi róðrunum.
Hvessingur endaði á triðja plássi á heimasjógvi.