Jóna Mortensen
-------------
Eri fyri stuttum komin heim aftur á klettarnar. Eg havi verið til stráluviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum og búði í tí sambandi á Hotel Torshavn í næstan seks vikur.
Áðrenn stráluviðgerðinar var eg niðri fýra ferðir, fyrst til skurðviðgerð og síðani til kemoviðgerð. Hetta skal nú ikki verða nøkur lívssøga. Tað eg vil nerta við, er, at tað er sera óheppið, at Landsjúkrahúsið ger mun á fólki, tá tað snýr seg um at fáa fylgjara við til Danmarkar. Eg fekk at vita fyrstu ferð, eg skuldi niður, at eg vegna sparingar ongan fekk við, sjálvt um eg skuldi opererast og hava boð um, hvat tey funnu har. Tað mátti eg so bara finna meg í. Men tað sum eg síðani upplivdi á Hotel Torshavn var, at meginparturin av sjúklingunum, ið vóru har, høvdu onkran við, játtað av Landsjúkrahúsinum.
Tey vóru rættiliga kløkk um, at eg ikki hevði fingið nakran við. Men soleiðis var tað so hvørja ferð, eg fekk ongan við nakrantíð. Eg sat saman við fólki á hotellinum, sum vóru í somu ørindum sum eg, diagnosan var júst tann sama sum mín, og har var fylgjari við hvørja ferð. Tá eg so skuldi niður til stráluviðgerð hugsaði eg, at nú man eg fara at fáa játtað fylgjara, í um ikki annað eina viku av teim seks vikunum. Men nei har var einki at gera, eg fekk ongan við. Tað sum eg vil við hesum brævi er, at soleiðis kann ein ikki fara við fólki. Eg kærdi málið, men fekk ikki viðhald. Av Landsjúkrahúsinum fekk eg eitt bræv, har tað stóð, at ein fekk ikki fylgjara við, tá ein skuldi til stráluviðgerð. Harragud, eg veit, at hattar ikki passar. Har vóru fýra sjúklingar, sum eisini skuldu hava stráluviðgerð, øll vóru væl fyri, onkur kanska betur fyri enn eg. Tey høvdu øll fylgjara við.
Eitt er at fáa eina sjúku at fyrihalda seg til, men eg haldi, at tað er óneyðugt at verða órættvíst viðfarin omaná. Soleiðis følir ein tað nemmiliga. Ikki tí, eg skal nokk klára meg, men tað eru allarhelst ikki øll, ið gera tað og ikki øll, ið tora ella hava orku í eini tílíkari støðu at siga frá. Tað kann ikki verða so, at onkur fær fylgjara hvørja ferð og ein annar ongantíð (tá diagnosan er tann sama). Tað er alt í lagi við sparingum, men tit mugu hava eina linju at ganga eftir, so øll verða viðgjørd ella viðfarin á sama hátt. Sum er gera tit mun á fólki, og tað er sera óheppið í eini tílíkari støðu.









