Tingfundur verður klokkan ellivu í morgun og á skránni eru tríggjar 1. viðgerðir og munnligir fyrispurningar. Talan er um tvey uppskot frá Sjálvstýri og síðan eitt uppskot frá Sonju Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinnu.
Fyrst á skránni er tó ein atkvøðugreiðsla, um ein skrivligan fyrispurning frá Óluvu Klettskarð, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, til Høgni Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, um hvussu fiskivinnan í Norðoyggjum hevur klárað seg, aftaná at samgongan samtykti nýggju fiskivinnulóggávuna.
Harnæst eru munnligir fyrispurningar á skránni. Løgtingsformaðurin skal, sambært §52, stk. 2. í tingskipanini, regluliga skipa fyri munnligum fyrispurningum, har løgtingsmenn fáa høvi at seta løgmanni ella landsstýrismanni stuttar munnligar fyrispurningar um almenn viðurskifti. Einasta treytin er, at spurningarnir eru fráboðaðir løgtingsformanninum og løgmann ella landsstýrismanni dagin fyri.
Síðan byrjar 1. viðgerðin av teimum trimum uppskotunum. Bæði uppskotini hjá Sjálvstýri eru um sama evni og verður viðgjørd undir einum. Talan er um eitt uppskot til broyting í løgtingslóg um ferðslu og løgtingslóg um almenna heilsutrygd . Flokkurin mælir til, at gera broytingar, so tað verður lættari hjá eldri borgarum at endurnýggja koyrikortið.
Mælt verður til, at broyta gildistíðina hjá borgarum yvir 75 ár, so at hendan verður 5 ár uttan mun til aldur. Harumframt verður mælt til, at gjaldið á 150 krónur fyri endurnýggjan av koyrikortið verður strikað, og at Heilsutrygd framyvir skal rinda fyri læknaváttanina í samband við endurnýggjan av koyrikorti.
Síðsta uppskotið til viðgerðar hendan dagin eigur Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna. Talan er um uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. Í uppskotinum verður mælt til, at hugt verður burtur frá bústaðarkravinum hjá persónum, ið eru úr landi ella hava búð í landi, ið Føroyar ikki hava sáttmála við um sosiala trygd.