Munnkrabbi meg ein ávísan stað!

Hetta njótilsi, fyrr bert halgað teim privilegeraðu, er opinberiliga ikki fyri funktionerar og óiðranarfullar drankarar

Agga Niclasen
meining@meyl.fo
----

Tað forbistraða við hasi stórslignu landsinnsavningini “Føroyar ímóti krabba”, er at Krabbameinsfelagið fekk so nógvar pengar burturúr.
At felagið nú fær ráð og orku at presentera hasa feskastu kanningina, ið sigur, “drekki eg tvey gløs av víni dagliga, er tað tríggjar ferðir meiri sannlíkt, at eg fái munnkrabba”. Kanningin er betald av enska heilsustýrinum. Meiningin við kanningini, um so er, at tú ikki hevur gitt tað enn, er at fáa teg og meg at drekka minni.
Hygg her! Eingin okkara hevur hug at doyggja, og als ikki av munnkrabba. Ja, eg vil fara so langt sum at siga, at vit øll hava eitt brennandi ynski um at smoyggja okkum undan onkrum, sum tríduplar okkara møguleika fyri at fáa tað.

Men hvør er nú vágin fyri at fáa munnkrabba? Í 2009 doyðu íalt 3 fólk av krabba í munnholu og svølgi í Føroyum. So av teim 48.650 fólkunum búsitandi her í 2009, doyðu bert 3 fólk av munnkrabba. Tað er ein út av 16.217. Falda vágan við trý, og vágin økist til trý út av 16.217, sum er tað sama sum “ein út av 5.406”-møguleiki fyri, ella 0,000185 møguleiki fyri, at tú siglur av vegna krabba í munninum. Til samanberingar doyr ein út av uml. 16.000 av munnkrabba í Englandi, 10.000 í Danmark.
Eg veit ikki, hvussu tað er við tær, men hatta er ein kjansur, eg so eri villigur at taka. Faktiskt, so eru hatta heilt góð yvirlivilsis-odds, og samtíðis sleppi eg undan at vera víni fyriuttan. Um vit fyribils brúka ensku heilsukampanjuna á føroysk tøl, tá vil hon vera við, at um gott og væl 16 túsund føroyingar allir drekka tvey gløs av víni dagliga (kanningin fer sjálvandi ikki í smálutir um “hvussu longi”... 20 vikur, 30 mánaðir, 40 ár—hetta er, hóast alt, ein heilsukampanja!), tá doyggja, av øllum hasum har dúgligu drankarunum, bert tvey fólk afturat árliga, av tí at tey drukku meiri enn tað, evropeiska fakfólkaelitan prædikar.

Enn er tað ikki formligur politikkur hjá føroyska heilsupolitinum, men tú dagar tað í hvørjum tiltuskaðum heilsudokumenti, at tvey gløs um dagin er meiri enn ríviliga ríkiligt. Hví keða fólk við eini edrúari meting av, hvussu líkt tað er, at okkurt fer at drepa tey, tá ið tú ístaðin kanst geyla eitt óhugnaligt tal eftir teimum?
Vit vita, at hóvligt drekkarí er gott fyri hjartað; at tað verjir fyri hjartasjúkum. Og hjartasjúka er veruliga ein hóttandi drepari, tá ið hon er atvoldin til, at á leið triðji hvør evropeari kalnar burtur. Um nakað, kundi Heilsumálaráðið passandi reklamerað fyri reyðvíni:
“Drekki eg tvey gløs av reyðvíni um dagin, minkar møguleikin fyri at eg doyggi av hjartatilburði við eini helvt.”

Í 2009 doyðu 92 fólk av hjartasjúkum. Tað passar, at ógvuslig rúsdrekkanýtsla skaðar hjartað og onnur gøgn, og at konufólk ikki fáa líka stóran ágóða av rúsdrekka sum mannfólk (nakað við hormonell viðurskifti at gera). Og tó, tí sjálvt ein 25% minking fyri hasa sjúkuna hevði bjargað 23 lívum (92 ÷ 4), sum svarar til ein nettovinning á, ja, 20 lív, tá ið munnkrabbi kostar 3 lív.
Harafturat er ein sannlík leinkja millum ógvusliga rúsdrekkanýtslu og bróstkrabba. Men sjálvt Kræftens bekæmpelse vil vera við, at vit bert kunnu geva rúsdrekka skyldina fyri 3,3 prosent av øllum krabbameinstilburðum hjá konufólki, 4, 6 prosent hjá mannfólki.
So tað er onki at siga til, at skumpandi heilsumyndugleikar og betrivitandi áhugafelagsskapir finna fram alt tað ringasta, hesi kunnu finna um alkoholiskar drykkir. Men um teir endiliga skulu blanda seg uppí privatlívið hjá fólki og teirra suverena frælsi til eviga glatan, hví seta teir so ikki sjóneykuna á nettupp ógvusliga rúsdrekkanýtslu—kalla tað “misnýtslu”, um tú vilt?

Tað er tí, at slíkar kampanjur, heilsulig ræðuprofeti, ikki er ætlað teimum við ógvusligari rúsdrekkanýtslu, men tær og mær, tí ógvusliga meirilutanum, ið møguliga drekkur eitt viðursvet meiri enn hvat er “læknafrøðiliga optimalt”.
Meiningin við kanningini er at demonisera alkohol. Og tí heilsuelitan heldur, at tað ikki er gott fyri teg, má prísurin upp, so at einans Pál Weihe og hansara slag, hasi, á hansara inntøkuniveau, sleppa at drekka. Vit skulu altso styggjast frá verðsligum njótilsi. Hetta njótilsi, fyrr bert halgað teim privilegeraðu, er opinberiliga ikki fyri funktionerar og óiðranarfullar drankarar.
Krabbameinsætlanin fyri Føroyar frá oktober 2010 sigur so um rúsdrekka og krabba:
“Samband er ávíst millum rúsdrekka og framvøkstur av krabbameini. Í háinntøkulondunum er mett, at 4% av samlaða deyðatalinum vegna krabbamein standast av rúsdrekka. Vandin fyri at fáa krabbamein økist við nøgdini av nýttum rúsdrekka og tykist ikki at verða (sic) ávirkað av drekkimynstrinum...”

Tað vil siga, so leingi sum talið er “4 %”, kann tað betala seg at drekka. Altso, tað er ein risiko verd at taka, tá ið tað er 96% sikkurt, at tú ikki doyr—so tað er bara at oysa uppí aftur. Ein góð tummilsregla, forrestin, tá ið tað kemur til sosialstýrandi myndugleikar, er at tá ið eitt tal fyrst verður nevnt, er mest forsvarligt at deila við í minsta lagi tvey.
Hvat tí seinna setninginum viðvíkur, at “vandin fyri at fáa krabbamein økist við nøgdini av nýttum rúsdrekka...”, tá er hetta—orsaka málburðin—lodrøtt lygn. Ókey, sannleikasvik, meðni. Og tað veit ráðið væl, tá ið tað á bls. 62 slær fast, at menn, ið drekka alt frá 8-28 eindir vikuliga, sum er gott 1,1-4 eindir dagliga, og tí drekka normalt, hava eina lægri deyðiligheit enn teir, ið drekka eina eind um dagin ella spýta í glasið.
Heilsumálaráðið vísir tó einki afturhald í síni óerligu kontrollpropaganda; tað sigur:
“ECAC staðfestir, at sannførandi evidensur er fyri, at rúsdrekka økir um vandan fyri krabbameini í munnholu, svølgi, barkakýla og vælindi av slagnum plátukyknu-krabbamein. Vandin hevur lyndi til at økjast við mongdni (sic) av rúsdrekka, uttan at tað ber til at áseta eitt týðiligt lágmark, har eingi árin eru.”

Fyrst at hevda, at “rúsdrekka økir um vandan fyri krabbamein í munnholu...”, og síðani, at tað ikki ger tað, tá ið tað ikki ber til at siga, nær rúsdrekka førir til krabbamein, er óerlig tala.
Heilsumálaráðið meinar helst, at tað allíkavæl ikki ber til at siga, hvussu nógv vín tú kanst unna tær, áðrenn vandin fyri krabbamein kann dokumenterast. Tað er so sólarklárt. Tá ið tú fyrst skilur sundur vísindaligt orðaskvaldur og name-dropping, hvørs mið er at imponera okkum at akta, telist Krabbameinsætlanin ikki millum hvassastu knívarnar í skuffuni.

Í pkt 5.5 á bls. 61 í ætlanini stendur víðari, “um ein eisini roykir, økist vandin munandi. Í roynd og veru vildi vandin fyri munnkrabba verið ómetaliga lítil, um fólk í evropeisku londunum hvørki drukku ella royktu”.
Um vit nú bara gloyma tað faktum, at tað er tað reina fornoyilsi at drekka, økir um lívsgleðina, og onkuntíð enntá ger handa mikudagin í november úthaldiligan; og gloyma, at alkohol, hjá nøkrum, er einasti máti at skora og blíva skoraður uppá, og tí reprodusera seg og økja um mannaættina, ið—og óansæð hvat hasir miserablu nýmalthusianarnir halda—aldri kann blíva ov stór, tá siga tey klóku kortini, at vandin fyri krabba og øðrum fananskapi hevði verið uppaftur minni, um vit nú øll bara gjørdu sum træklemmandi sojabrigadan, og svóvu í maskum, hoppaðu til arbeiðis við strektum ørmum og samlaðum hondum, og livdu við liðuna av hasum orkufátæku undirskotsligu konkursprojektunum hjá Magna Laksáfoss, vindmyllur at navni.
Men hvussu stuttligt hevði hetta verið? Hevði tað ríkað gerandisdagin, avloystu vit roykin og reyðvínsglasið við brúnum bønum og frelsandi kelduvatni?

Løtu seinni fær Heilsumálaráðið seg tó til at viðurkenna, diplomatretorikkur fyri at “broyta meining”, at hetta, at áseta mark fyri rúsdrekkanýtslu er “komplekst, tí rúsdrekka hevur eisini víst seg at hava gagnliga ávirkan á heilsuna”.
Talva 5.7 fortelur okkum av tí sama, at tað er líka sannlíkt at doyggja av alkoholi, um tú einki drekkur yvirhøvur, sum tað er, drekkur tú gott 6 eindir dagliga. Hon sigur eisini, at ert tú maður, er tað minst sannlíkt at doyggja av alkoholrelateraðum sjúkum, drekkur tú 2-3 eindir dagliga. Altso, beint ímóti hasi alrafeskastu kanningini í Englandi, sum heilsuligu kontrollfrikarnir her heima bumbusikurt fara at kasta seg á eftir lokna vínferiu í Bulgaria. Men, aftur, hetta hevur onki við heilsu, men alt við ideologi at gera.

Tað er ikki tað, at vit ikki fata effektina av eini linnandi bjór á okkara likam. Tað er tað, at okkara heilsumyndugleikar ikki fata, hví vitonnur eisini hava hug at drekka annað enn grøna sodavatn og kamillute.
Skulu vit trúgva SSP og tess “Arbeiðsblað” (bíblia fyri hvussu staturin vil hava, vit skulu vera!), ið má vera hin droyasti og mest ómyndugleikagerandi stovnurin av øllum, blíva fólk sum oftast bara “ágangandi og í ringum lag”, tá tey hava drukkið. Tað er altso ein “leysasøga”, siga hasir moralistisku kloddarnir, at “fólk verða hugnaligari og vinarligari, tá tey hava drukkið”.
Kann eg loyva mær at spyrja: akkurát í hvørjum ballum hava tit verið í? Vit drekka ikki bjór sum heilsubót. At drekka er ein sosialur aktivitetur, ið vit eru saman við skyldfólki um; ja, ella onkrum, ið vit høvdu verið ov smæðin at fjasa uppi í turra edrú. Og kanska drekka vit, tí vit dáma smakkin, ella (teska tað!) tí vit dáma følilsið av at vera full.

Vit eru ikki nøkur tjórneyt. Ja, eg fari so ikki at organisera mítt stutta lív fyri at optimera eina eventuella heilsuúrtøku. Vit fara jú at doyggja av onkrum óansæð, mest sannlíkt av elli. Og fólk flest hava ikki hug at halga sítt lív til fráhald bara fyri at gleða sín kommunulækna.
Og tí er tað so óluksáliga ivasamt, hvussu gott tað nú var, at handa landsinnsavningin gav so væl av sær. Men hey! Felagið Interrós slapp so at vísa okkum, hvat vit ikki duga.