Í gjár lat handilin, sum fyrr hevur itið Spegl & Rammur, uppaftur. Handilin hevur nevniliga verið stongdur í eina tíð vegna umbygging og víðkan av handlinum. Umframt hetta hevur handilin eisini fingið nýtt navn. Nú kallast hann Glas & List. Orsøkin til hetta er, at vøruúrvalið er víðkað, og nú ber til at fáa millum annað munnblást glas frá danskari listarkvinnu.
? Vit hava valt at fara at selja glaslist fyri at kundarnir kunnu fáa størri úrval og ogna sær serliga hondgjørda brúkslist, sigur Djóni Ziska, sølustjóri.
Tað er Rikke Bruzelius Vejle úr Keypmannahavn, sum er listarkvinnan aftanfyri teir ymsu lutirnar, sum eru at fáa í handlinum. Vínkaraflir, gløs, vasar og lampuskermar.
? Sum nakað nýtt fara viðurkendir føroyskir listamálarar eisini høvi at sýna fram málningar teirra her. Eitt serligt pláss í handlinum verður sett av til listafólk, greiðir Djóni Ziska frá.
Fyrsta framsýningin er ein hjá Kára Svensson, sum kemur at hanga uppi við Sundsvegin til 9. desember.
Handilin hevur nú havt opið um 10 ár og klárar seg væl. Sjálvt um handilin ikki liggur mitt í býnum, eru nógv fólk, sum hyggja inn á gólvið. Kundatalið er vaksandi, og væntar sølustjórin, at fleiri nýggir kundar fara at hyggja inn.