Ámundur er giftur við Johannu, f. Davidsen, av Skála.
Ámundur tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1960. Hann var lærari í Leirvík 4 tey fyrstu árini, í 1964 bleiv hann lærari í Stranda skúla. Ámundur tók prógv sum talu- og hoyrilærari í 1971. Mong munnu tey vera, sum í nógv ár sóu hann koyra runt til skúlarnar í Eysturoynni og undirvísa teimum børnum, sum høvdu tørv á taluvenjing. Ámundur gjørdist skúlastjóri í Stranda Skúla í 1994, og hann var í hesum starvi, til hann í 1999 valdi at siga lærarastarvið frá sær.
Sangur og tónleikur hevur fylt nógv í lívi hansara. Hann hevur gjørt nógv góð løg og var eisini leiðari hjá Stranda sangkóri í nógv ár. Kórið var sera virkið, m.a. vóru tey ein túr í Danmark og eisini løgdu tey eina útgávu eftir seg. Kórið gjørdi fleiri upptøkur sum javnan eru at hoyra í útvarpinum..
Arbeiðið innan kirkju og missión hevur eyðkent lív hansara. Hann hevur millum annað verið urguleikari í Sjóvar kirkju í stívliga 30 ár og verið í nevndum bæði í heimbygdini og í landsnevndum.
Ámundur og Johanna eiga 6 børn og 15 ommu- og abbabørn. Familjan eru eitt av størstu lívsvirðunum hjá honum. Gestablídni eyðkennir hann, og tað besta hann veit er at hava øll abbabørnini hjá sær.
Føðingardagurin verður hildin í missiónshúsinum á Strondum mikukvøldið 3. august frá kl. 19:00.