Tað var um reppið, at ísraelsk jagaraflogfør skutu eitt amerikanskt ferðamannaflogfar niður í gjár. Ísraelska loftverjan sendi fýra jagaraflogfør avstað, tí eitt flogfar, sum nærkaðist strondini, vildi ikki svara, tá flogeftirlitið rópti á tað.
Ferðamannaflogfarið, sum amerikanska felagið Continental Airlines eigur, var á veg úr New York til Tel Aviv.
Ísraelskir fjølmiðlar skriva í dag, at loftverjan kunnaði stjórnina um, at eitt ferðamannaflogfar vildi ikki svara flogeftirlitinum, og at loftverjan ætlaði at skjóta tað niður, tí talan kundi vera um eina yvirgangsatsókn.
Í síðstu løtu varnaðist amerikanski flogskiparin, hvat var á vási, og tað eydnaðist honum at fáa boð frá sær, áðrenn ísraelsmenn gjørdu av at skjóta flogfar hansara niður.