Mundu fingið al-Zarqawi

Amerikanskir hermenn mundu fingið fatur á yvirgangsleiðaranum Abu Musab al-Zarqawi herfyri

Amerikanska stjórnin hevur lovað 25 milliónir krónur í finningarløn, um onkur kann avdúka, hvar yvirgangsleiðarin Abu Musab al-Zarqawi fjalir seg, men higartil hevur tilboðið ikki fingið nakran at siga, hvar hann er. Men sambært amerikanska blaðnum Christian Science Monitor mundu amerikanararnir kortini fingið fatur á al-Zarqawi herfyri.

Tað var ein dagin í februar, at amerikanskir hermenn góvu tveimum bilum boð um at steðga við eina vaktarstøð nærhendis Bagdad. Tann fremri bilurin steðgaði, men tann aftari vendi og koyrdi avstað við nógvari ferð. Tað eydnaðist kortini hermonnunum at fáa bilin aftur, og tað vísti seg, at tveir medarbeiðarar hjá al-Zarqawi vóru í honum. Hjá sær høvdu teir eina farteldu, sum sambært Christian Science Monitor skal hava givið amerikanarunum nógvar áhugaverdar upplýsingar.

Sambært blaðnum er tað ikki óhugsandi, at al-Zarqawi var í bilinum, og at tað eydnaðist honum at sleppa til rýmingar, áðrenn teir amerikonsku hermenninir fingu fatur á honum.

Ein embætismaður í verjumálaráðnum Pentagon skal sambært Christian Science Monitor hava váttað, at amerikanararnir hava fingið nógvar upplýsingar úr fartelduni. Millum annað eru har upplýsingar um heilsustøðuna hjá yvirgangsleiðaranum, og sum skilst er hon ikki serliga góð.