Munandi verri at sleppa inn á lærdu háskúlarnar

Metnógvar umsóknir eru í ár komnar inn á lærdu háskúlarnar í Danmark, og tað merkir, at tað verður munandi verri at sleppa inn. Lærdi háskúlin í Ålborg hevur aldri áður fingið so nógar umsóknir og í Keypmannahavn er talið á umsóknum tað hægsta í 30 ár.

Í fjør vóru umsóknirnar óvanliga fáar í tali, og tað lækkaði gáttina fyri at sleppa inn sera nógv. Hetta kann hava fingið fleiri at søkja í ár. Eisini kann hugsast, at fíggjarkreppan gevur fleiri hug at fara á skúlabonk, nú minni arbeiði er at fáa.

Í Ålborg, Århus og Odense eru tað serliga medisin, teologi, jura og journalistikkur sum draga.

Í keypmannahavn er tað serliga humanistisku fakini og samfelagsfrøði, sum eru vælumtókt.

- Vit fegnast um stóra áhugan, men hetta merkir sjálvsagt eisini, at vit noyðast at nokta fleiri umsøkjarum atgongd, tí vit kunnu ikki taka fleiri inn, bert tí at fleiri nú brádliga søkja. Vit mugu fyrst og fremst tryggja eina góða undirvísing, sigur Eva Teilman, lestrarleiðari við århus universitet.

Svar uppá umsóknirnar til hægri lærustovnar plaga at verða send út um ólavsøkuleitið.