Munandi færri harur skotnar í 2018 samanborið við 2017

Ein nýggj fyribils uppgerð vísir, at 2.830 harur eru skotnar í 2018

Harutíðin endaði 31. desember, og ein nýggj fyribils uppgerð vísir, at 2.830 harur eru skotnar í 2018. Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, skrivar á Facebook-bólkinum fyri haruskjóting í Føroyum, at hetta er ein stór minking samanborið við í 2017.

 

- Hetta er bara ein sløk helvt av tí, sum skotið varð í 2017, tá teir fingu 6.409 harur. Eisini túratalið er munandi lægri enn í fjør. Higartil eru skrásettir 322 túrar fyri 2018, móti 780 árið fyri. Úrslitið fyri 2017 er tó ikki tað endaliga, tí enn koma tøl inn.

 

- Raskastir at skjóta í 2018 vóru teir í Kvíggjarhamarshaga í Saksun. Teir skutu tilsamans 123 harur, sum teir fingu á 6 túrum. Teimum á baki vóru teir í Skálatoftahaga á Borðoynni, við 102 harum á 6 túrum. Á triðja plássi eru harumenninir, sum hava skotið við Slættaratind á Eiði. Teir fingu 96 harur, sum teir skutu á 10 túrum.

 

Úrslitini eru tó bara fyribils, tí enn koma tøl inn, og tá øll tølini eru skrásett, man samlaða talið fara at nærkast teimum 4.000 harunum. Úrslitini frá teimum einstøku harutúrunum kring landi og samanteljingar síggjast á heimasíðuni Haran.fo

 

Eyðfinn Magnussen heitir á allar harumenn, sum ikki hava skrásett veiðuna, um at skráseta seinastu tølini á heimasíðuni Haran.fo, so endaliga frágreiðingin um Haruveiðuna í Føroyum í 2018 kann gerast.