Á tíðindafundi fyri HM-dystin í dag vildi Diego Maradona, landsliðsvenjari hjá Argentina, ikki sita á tíðindafundi saman við ókendum týskum leikarum. Tá hann ikki kendist við Thomas Muller, valdi Maradona at reisa seg og fara av tíðindafundinum. Í dag veit Diego Maradona uttan iva, hvør Thomas Muller er!
Týskland hevur í dag høvlað Argentina og Diego Maradona av og eru í hálvfinaluni. Thomas Muller legði Týskland á odda longu eftir tríggjar minuttir. Í seinna hálvleiki økti Miroslav Klose til 2-0, eftir at Thomas Muller vann bóltin og spældi Lukas Podolski leysan. Løtu seinni økti føroyavinurin, Arne Friedrich, sum á sinni var so fittur at stúta eitt Jákup á Borg innlegg í mál fyri okkum. Í evstu løtu skoraði Miroslav Klose sítt 14. mál í einum HM endaspæli. Tað merkir, at hann er komin ájavnt við Gerd Muller sum toppskorara í HM endaspølum, og at hann er bara eitt mál frá at tangera metið hjá Ronaldo uppá 15 mál.
Stóri taparin í dag var uttan iva Diego Maradona, sum undan dystinum legði eftir bæði Bastian Schweinsteiger og Thomas Muller, men báðir vístu seg frá síni bestu síðu og eru í hálvfinaluni. Týskland skal í hálvfinaluni møta vinnaranum av dystinum í kvøld ímillum Spania og Paraguay.
Argentina ? Týskland(0-1) 0-4
0-1 Thomas Muller (3)
0-2 Miroslav Klose (68)
0-3 Arne Friedrich (74)
0-4 Miroslav Klose (89)