Mugu vinna nærdystirnar

Julian Johnsson var ikki nøgdur um føroyska miðvallarspælið í Litava, og hann ásannar, at teir mugu arbeiða harðari mikudagin, tá týskararnir eru á skránni

HANNOVER: Tað er einki at ivast í, at ein av orsøkunum til, at Føroyar komu undir so stórt trýst í Kaunas, var, at spælið á føroyska miðvøllinum hekk alt ov illa saman.
Sum vant var sentrali miðvøllurin mannaður av Fróða Benjaminsen og Julian Johnsson. Eftir mánadagsvenjingina hjá landsliðnum fingu vit orð á Julian, og hann ásannaði alt fyri eitt, at hesin parturin av spælinum skuldi betrast, um eitt gott úrslit skal spyrjast burturúr í seinna dystinum.
- Stóri trupulleikin hjá okkum leygardagin var, at vit als ikki fingu fatur á mótstøðumonnunum. Vit nýttu tíðina til at renna aftan á teimum, heldur enn at møta teimum, og tá so er, so fáa vit trupulleikar. Hjá okkum ræður altíð um at vinna nakrar nærdystir á miðvøllinum, soleiðis at vit koma inn í dystin, og so kunnu vit hugsa um at spæla bóltin.

Meira arbeiði
Spurdur, um ein orsøk kundi vera, at føroysku leikararnir ótilvitað hugsaðu meira um Týsklands-dystin enn dystin móti Litava, sigur Julian avgjørdur, at tað var tað ikki.
- Tað kunnu vit als ikki loyva okkum. Vit eru somikið lítlir, at vit skulu vera 100% til hvørja einastu uppgávu, og tað vóru vit eisini til dystin móti Litava, men vit bara ásanna, at tað ikki gekk so væl, sum vit ætlaðu, og hetta má so broytast til mikudagin. Og uppskriftin til hetta er heilt einfalt, at vit mugu arbeiða harðari, helt Julian Johnsson at enda.