Mugu vera klárir til oljuvinnu

Johan Dahl, landsstýrismaður við oljumálum, setti FaroExpo 2012, og hann var sjálvandi við á ráðstevnuni.

Portalurin hitti hann í Løkshøll mikudag seinnapart, tá hann var við í einum pallborðskjaki, og annars lurtaði eftir teimum fýra fyrilestrunum, ið vóru á skránni.

Men Johan Dahl helt ikki, at tað kom so nógv fram, sum hann ikki visti framman undan.

- Vit hava hoyrt, hvussu oljusøgan hjá Noregi hevur verið og hvussu gingist hevur í Onglandi og Írlandi. Eisini var nomið eitt sindur við, hvussu ein møgulig olju- og gassvinna ávirka eitt lítið samfelag sum tað føroyska, sigur Johan Dahl.

Hann sigur, at eitt møguligt fund í føroyskum øki fer at merkja, at øgiligir fíggjarligir resursir far at koma til landið.

- Talan verður eisini um eina fólkatilflyting, og spurningurin er so, hvussu vit hondtera tað, bæði politiskt og samfelagsliga, sigur Johan Dahl.

Men hann heldur kortini, at fyrilestrarnir hava verið áhugaverdir.

- Bæði tann hjá Richard Vernon og tann, hjá Bengt Eidem. Eisini var áhugavert at hoyra um niðurtøku av boripallum, ið er ein stór vinna, har talan bæði er um at avmontera partin omanfyri sjóarmálan og tað, sum er undir vatni, sigur Johan Dahl.

Hann heldur, at føroyingar saktans kunnu vera við har sum undirleverandørar til størru aktørarnar.