Mugu víkja fyri Sandoyartunlinum

Skulu vit í holt við ein Sandoyartunnil, mugu aðrar útbygginginar útsetast.

Tað er boðskapurin hjá Bárði Nielsen, formanni í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.

Í Sosialinum í dag hava tinglimir úr samgongu og andstøðu á ymisk spennandi uppskot um, hvussu ætlanin at gera Sandoyartunnil, kann fíggjast.

Tvey uppskot, sum verða nevnd, er at landið skal taka lán til arbeiðið og ein onnur loysn kann vera at einskilja BankNordik og brúka peningin at gera tunnilin fyri.

Men hetta vil Bárður Nielsen ikki hoyra talan um.

- Vit hava ikki ætlað at økja um skuldina hjá landskassanum og tí er tað ikki ein gongd leið at taka lán til Sandoyartunnilin.

Hetta var ein loysn, sum varð brúkt í sambandi við Norðoyartunnilin og Vágatunnilin.

Men hann heldur, at Sandoyartunnilin er øðrvísi, tí har fer bummgjaldið ikki at klára meiri enn sjálvan raksturin, ella knappliga tað.

- At læna til Sandoyartunnilin er sostatt bara at útseta pínuna í 20 ár, har landskassin eisini skal rinda rentur.

Bárður Nielsen vil heldur ikki vita av, at BankNordik skal einskiljast fyri at fíggja Sandoyartunnilin.

- Verður BankNordik einskildur, skal peningurin ikki markast til ávís endamál, tí so skal hann í landskassan at styrkja støðuna við.

- At tosa um Sandoyartunnil og at einskilja BankNordik í sama setningi, er at blanda tvey viðurskifti saman. Vilja vit gera Sandoyartunnil, semjast vit um tað og finna fíggingina. Verður BankNordik einskildur, er tað eitt heilt annað mál og so skal peningurin í landskassan at styrkja støðuna við.

Bárður Nielsen sigur sostatt, at verður politisk semja um at framskunda Sandoyartunnilin til 2015, sum løgmaður hevur ætlanir um, verður neyðugt at skjóta aðrar útbyggingar fram tíðina.

Hann sigur, at tað var eisini hetta, sum varð umrøtt á samgongufundi um ætlanina.

Annars hevur samgongan longu samtykt at seta 385 milliónir av til Sandoyartunnilin í árunum frá 2015-2024, men tað verður ikki fyrrenn aftaná 2016, at verulig gongd kemur á arbeiðið.

Til Sandoyartunnil verða 5 mió. kr. settar av í 2015, 25 mió. kr. í 2016 og síðani 35 mió. kr.2017- 2019, og 50 mió. kr. árini 2020-2024

- Tað merkir, at tað verður tey fyrstu tvey árini, í 2015 og 2016, at tað verður neyðugt at finna semju um at umraðfesta íløgurnar, sigur Bárður Nielsen.

Tað merkir, at tær íløgur, sum liggja í kortunum at verða gjørdar í 2015 og 2016, mugu útsetast heilt, ella partvís, fyri at geva rúmd fyri Sandoyartunlinum, sigur formaðurin í Fíggjarnevndini