Tað sigur Atli Gregersen, liðskiparin hjá Víkingi, eftir at Víkingur í gjár spældi 1-1 móti KÍ. Víkingur var á odda, tá KÍ sutt inn í seinna hálvleik fekk ein mann útvístin, men megnaði at javna.
Liðskiparin var ikki nøgdur við avrikið í seinna hálvleiki, men rósti eisini gestunum úr Klaksvík fyri at stríðast til tað seinasta.
Atli Gregersen ásannar eisini, at tað longu nú byrjar at síggja torført út at fanga HB, sum sunnudagin kann leggja seg heili sjey stig á odda, nú ein triðingur er farin av kappingini.
Hoyr samrøðuna við Atla Gregersen undir greinini.