-Vil Putin ikki endurskoðað síni sjónarmið, mugu vit kanna møguleikarnar fyri at avbyrgja Russland í altjóða høpi, sigur Madeleine Albright við týska tíðarritið Der Spiegel. Sjálv heldur hon, at amerikanska stjórnin hevur ikki handfarið Georgia-kreppuna nóg væl.
-Tað rætta var, at Condoleezza Rice fór til Moskva. Tað hevði eg gjørt. Eg hevði gjørt russum greitt, at teirra framferð kundi ikki góðtakast, men samstundis hevði eg vissað teir um, at vit komu ikki við nakrari hóttan, sigur Madeleine Albright. Hinvegin er hon ikki í iva um, at tað rætta er at geva Georgia limaskap í NATO sum skjótast.
Russiska stjórnin fer ikki at lata sær lynda altjóða tiltøk ímóti landinum. Í samrøðu við fronsku tíðindastovuna AFP ávarar Dmitrij Medvedev, forseti, ríkis- og stjórnarleiðararnar í ES-londunum ímóti Russlandi.
-Samtykkja teir at seta tiltøk í verk, fer Russland at svara, og vit eru til reiðar at broyta okkara lóggávu, gerst tað neyðugt, sigur Medvedev og tekur ger greitt, at avgerðin at viðurkenna Suðurossetia og Abkhasia verður ikki broytt.