Mugu tryggja bíligari íbúðir

Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, eftir at hava sæð sendingina Við hjálp frá góðum fólki.

Eins og mangir aðrir føroyingar hugdi Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, eftir sendingini Við hjálp frá góðum fólkum í Kringvarpinum hóskvøldið. Og eins og mangir aðrir, so varð hann rørdur av tí, hann sá.

 

Serstakliga fall tað Regini Jacobsen fyri brósti, at umstøðurnar hjá fátøkum eru betur í Danmark og Grønlandi enn í Føroyum.

 

- Vit hoyrdu allar kvinnurnar í sendingini siga, at tað mest umráðandi fyri tær er at hava eitt heim til børnini. Og tað skilji eg so ómetaliga væl, sigur Regin Jacobsen.

 

Og júst vantandi møguleikarnir fyri at fáa hóskandi, tryggar og varandi bústaðir til leigu fyri ein bíligan penga er tað, sum er mest átrokandi, sambært Regini Jacobsen.

 

 

- Vit áttu at kravt, at til dømis Bústaðir, sum hevur fingið til uppgávu at byggja bíligari íbúðir, eisini tryggja íbúðir til tey, sum liva undir fátækramarkinum, sigur Regin Jacobsen. 

 

Hann vísur á, at barnafamiljur, sum tær í sendingini hóskvøldið, eru ein týdningarmikil partur av okkara samfelagið, sum vit mugu hjálpa, tá ið á stendur.

- Um vit ikki hava pláss fyri hesum familjunum her, hví hava vit so yvirhøvur eitt samfelag, spyr Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sum heitur á politiska myndugleikan um at taka hendan trupulleikan í álvara. 

 

Les meiri av samrøðuni við Regin Jacobsen í Sosialinum í dag. Eisini kanst tú lesa um hjálparátakið Meðan vit bíða, sum Miðlahúsið skipar fyri, saman við Í menniskjum góður tokki, at samla pening til fátøk børn í Føroyum.