Aftur í gjárkvøldið hevur løgreglan gjørt ferðslukanningar kring um á meginøkinum. Tey siga, at í tí sambandi fingu fleiri bilførarar bót fyri ymisk lógarbrot. Eitt nú fingu onkrir bilførarar 1.000 krónur í bót fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu.
Men tað var upp aftur verri hjá tveimum øðrum bilførarum, tí koyrdu so skjótt, at teir mistu koyrikortið treytað. Sostatt mugu teir taka koyrikortið umaftur, annars missa teir tað heilt. Annar bilførarin varð tikin mitt í gjár og hann koyrdi 84 kilometrar um tíman í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50. So umframt at missa koyrikortið treytað, fær hann eisini 3.000 krónur í bót. Hin bilførarin varð tikin á Kaldbaksvegnum mitt í nátt og hann koyrdi 115 kilometrar um tíman í óbygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80, so hann fær 2.500 krónur í bót.
Í gjárð varð eisini boðað frá herverki í Klaksvík, har onkur hevur gjørt um seg við spray-dunkum við máling við spæliplássið mitt í Klaksvík, og har um vegir.