Mugu taka avgerð um Sýrialand

ST-trygdarráðið má taka eina avgerð um Sýrialand nú fyri at forða fyri fleiri brotum á mannarættindini har. Tað siga týski kanslarin, Angela Merkel, og franski forsetin, Francois Hollande, í einari felags fráboðan aftan á fundin teirra millum í Berlin í gjárkvøldið.

-Vit mugu krevja, at trygdarráðið tekur neyðugar avgerðir, og at málið framhaldandi verður umrøtt á altjóða stigi, segði Merkel á tíðindafundi í gjárkvøldið. Francois Hollande legði afturat, at Frakland, Týskland og hini londini í Evropa eru á einum máli um, at Bashar al-Assad kann ikki halda fram sum forseti.

Higartil hava Russland og Kina brúkt sýtingarrættin í ST-trygdarráðnum ímóti uppskotum viðvíkjandi Sýrialandi.

ST heldur, at síðani ófriðurin kyknaði í Sýrialandi í mars í fjør, hava umleið 17.000 fólk latið lív.