Orka
Fyri góðum mánað síðani var stór og áhugaverd orkuráðstevna hildin í Reykajvík, har eitt nú varandi og alternativar orkukeldur vórðu viðgjørdar. Fleiri umboð vóru við úr Føroyum, sum eitt nú SEV. Vinnumálaráðið og politikarar, teirra millum eisini Poul Michelsen, tingmaður og limur í Útnorðurráðnum, sum heldur, at orkuráðstevnan varð ótrúliga góð og gav okkum nógv at hugsa um og arbeiða víðari við. Í hesum sambandi heldur Poul Michelsen eisini, at tað er uppá tíðina, at vit í Føroyum fáa ein orðaðan orkupolitikk.
-Í Íslandi arbeiða tey við alternativum orkumøguleikum, eitt nú bæði brintbilum og brintskipum. Vit í Føroyum mugu í nógv størri mun til at gera meira við varandi orku, og tí er tað eisini í tøkum tíma, at vit eru farin at orða ein veruligan orkupolitikk sigur tingmaðurin, sum tó viðgongur, at orkupolitikkurin, sum man nú er við at skipa, kemur alt ov seint. Men okkurt er so við at henda, og í hesum sambandi heilsar Poul Michelsen m.a. vindmylnuprojektinum í Vestmanna vælkomnum.
Stórar broytingar fyri framman
Poul Michelsen vísir á, at stórar broytingar á orkuøkinum standa fyri framman, broytingar, sum eisini vit føroyingar, hóast fámentir, mugu til at vísa størri ans. Hann vísir á, at vit í løtuni hava bæði eina ringa og torføra støðu og eina góða hyggja vit at okkara orkuframtíð. Tann torføra er at gera meira við alternativu orkuna, sum gerast alt meira átrokandi, nú tað so týðuliga kom fram á orkuráðstevnuni í Reykjavík, at oljan er avmarkað til at vara í eini 40 til 50 ár ella so. Hetta merkir í veruleikanum, at tað hevur stóran skund at gera nakað við varandi orkuna. Tann góða støðan hjá okkum er so tann, at hækkandi oljuprísir kunnu skapa størri áhuga fyri at leita eftir olju her hjá okkum.
?Lítið bendir á, at oljuprísurin fer at lækka, heldur er tað beint tvørturímóti, uttan so at nógv meira verður gjørt fyri at finna nýggjar orkukeldur ella at meira fast burtur úr verandi kolvetnisgoymslum í undirgrundini. Tað merkir, at taka vit bara helvtina av tí tíðarskeiðinum til at vit hava termiska orku tøka, so fer oljuprísurin innan fyri nøkur fá ár at tvífaldast ella hækka enn meira, um ikki tað kemur alternativ orka inn ístaðin fyri.
SEV og samfelagið
Poul Michelsen nemur í hesum sambandi eisini við okkara egna leiklut í orkuhøpi. Hann setir stórt spurnartekin við, um tað er rætt, at SEV meira og minni einsamalt hevur ábyrgdina av øllum orkumálinum. ?Var eg SEV hevði eg ikki viljað átt ta ábyrgdina. Tí tað stendur greitt, at tú innan relativt stutta tíð skal finna alternativa orku, sum varandi kann avloysa oljuna. Jú longur tíðin gongur, styttist til markið, har vit hava nakra olju eftir. Tað vil hava við sær, at vit ikki kunnu rokna við, at orka verður framleidd til teir prísir, tað verður gjørt í dag. Vit eru tí noydd í nógv størri mun enn í dag at fara út at leita eftir alternativum orkukeldum, tað verið seg vind-, aldu- ella streymorku.
At SEV hevur sín egna orkupolitikk heldur Poul Michelsen vera í lagi, men hann spyr samtíðis, um tað er rætt, at SEV er einsamælt á hesum øki. -Er tað rætt í einum samfelag við eini so stórari uppgávu á orkuøkinum, at SEV átekur sær at vera ábyrgdandi fyri allari orku í framtíðini? Eg hevði ikki viljað átt ábyrgdina av øllum framtíðar orkupolitikkinum í Føroyum, um eg var SEV. Tí meini eg, at tað mugu koma fleiri aktørar á marknaðin, soleiðis at tað vera fleiri alternativ, og at vitanin verður meirfaldað.
Størri áhugi við hækkandi prísum
Poul Michelsen vísir á, at tað góða við støðuni í dag við hækkandi oljuprísum er, at áhugin fyri at leita eftir olju í tí føroyska økinum verður tilsvarandi størri, og tí er rættiliga sannlíkt, at oljuídnaðurin fer at brúka nógva orku til at finna oljuna her og útvinna hana. Og hetta ikki minst tí, at oljufeløgini eru rættiliga vís í, at hon er her.
Hækkandi oljuprísirnir fara tí at gera, at áhugin fyri at leita eftir olju við Føroyar, fer at vaska. Eisini um tað verður neyðugt at fara eftir keldum, sum eru dýrari at útvinna. Poul Michelsen sær tí fyri sær eina gongd, har oljufeløgini fara at gera alt fyri at finna og útvinna kolvetni í føroysku undirgrundini samtíðis sum nógv meira fer at verða gjørt fyri at finna alternativar orkukeldur.
2. útbjóðing til at leita eftir kolvetnum á landgrunninum letur upp 17. august. Poul Michelsen er sjálvur vísur í, áhugin verður stórur fyri 2. útbjóðing. Hann heldur eisini, at tað er rætt at broyta treytirnar, soleiðis, at um tað eydnast oljufeløgunum at finna nakað, so fara tey eisini at fáa nakað burtur úr. 1. útbjóðing heldur hann gekk meira uppá, at oljufeløgini skuldu uppá forkant leggja rættiliga nógva trygd. Henda broytingin kann hava við sær, at tað vera fleiri, sum vera við. Tey flestu eru greið yvir, at oljan finst her, tað er bara spurningur um tíð.