Mugu skunda sær um tey vilja síggja Føroyar-Malta

(FM1) Fyrr í kvøld vóru bara 400 atgongumerki eftir. Hoyr samrøðu við landsliðssamskiparan, Andrass Thomsen

Tað ræður um at skunda sær um ein skal hava møguleikan at síggja Nations League dystin millum Føroyar og Malta á Tórsvølli, fríggjakvøldið 7. september klokkan 19.45.

 

Andrass Thomsen, landsliðssamskipari hjá FSF greiðir frá, at fyrr í kvøld vóru bara 400 atgongumerki eftir til dystin.

 

Andrass Thomsen vónar eisini, at fólk møta væl upp til HM-undankappingardystin millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Týsklandi, ið verður á Tórsvølli, týsdagin klokkan 16.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum FM1 hevði við Andrass Thomsen í sendingini "Triði Hálvleikur" fyrr í kvøld.