Mugu skunda sær

Tað sæst á øllu,m brøgdum, at sam­gongan hevur skund at fáa sam­tykt koll­velt­andi skatt­a­lóga­r­broytingina, sum er í um­búna.

Vit hava sagt tað fleiri ferð­ir fyrr, at Fólka­flokkurin hev­ur bukt­ina og báðar end­ar­nar í hesi sam­gongu, og at Jørg­en Nicla­sen er tann veru­ligi pol­it­iski leið­ar­in í Før­oy­u­m, með­an løg­mað­ur bert er eitt ekkó av Jørgen Nicla­sen.
Veljarkanningin gev­ur kort­ini løg­manni og Sam­bands­sflokkinum eitt vet av fram­gongd, með­an Fólka­flokk­ur­in stend­ur fyri størsta skrædl­i­num í afturgongdini hjá sam­gonguni.
Men tað hevur kanska ikki so stóran týdning fyri Fólk­a­flokkin beint nú. Tað hev­ur nógv størri týdning at fáa flat­skatt­in samtyktan, með­an flokkurin hevur vald­ið á øllum hinum sam­gong­u­flokk­u­num. Tað hevur hann nú. Men tað er ikki vist, at hann hevur tað eftir nýggjar, tí møg­u­leikin fyri, at tingfók hjá Sam­bands­flokk­i­num vakna er til staðar.