– Eftir mínum tykki, hava vit einki val enn at rinda tað, sum tað kostar.
Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, og formaður í Suðuroyar Bú- og Heimatænastu, sum umsitur eldraøkið í Suðuroy
Sum tað sæst í øðrum greinum her á síðunum, verður tað ein kampur hjá kommununum í Suðuroy at rinda fyri eldraøkið, tí endurgjaldið tær fáa frá landinum strekkir ikki til.
Og, í hvussu so er tvær av kommunum, Hvalbiar Kommuna, og Hovs kommuna, hava samtykt, at tær rinda ikki meiri til eldraøkið enn gjaldið tær fáa úr landskassanum.
Dennis Holm sigur, at rinda kommunurnar ikki tað, sum eldraøkið kostar at reka, verða tey noydd at seta sparingar í verk.
Tað fer at kosta góðar 60.150.000 krónur at reka eldraøkið í Suðuroy næsta ár og Dennis Holm sigur, at hetta er mestsum bara fyri at varðveita verandi tænastustig. Tað merkir, at tað er ímillum nakað og einki av nýggjum tænastum við
Formaðurin í Bú- og Heimatænastuni vísir á, at allir borgarstjórarnir í Suðuroy eru limir í stýrinum fyri eldraøkið, eisini borgarstjórin í Hovi og borgarstjórin í Hvalba.
Og hann sigur, at teir borgarstjórar, sum ikki taka undir við fíggjarætlanini hjá Bú- og Heimatænastuni, mugu so eisini koma við uppskot um, hvørjar sparingar skulu setast í verk.
Hann sigur, at næstan allar útreiðslurnar eru lønir, so verða sparingar settar í verk, fær tað beinanvegin avleiðingar fyri tænastustigið á eldraøkinum.
– Tað eru ikki bara kommunurnar í Suðuroy, sum mangla pengar til eldraøkið, men eftir mínum tykki kunnu vit ikki annað enn at rinda tað, sum tað kostar, sigur Dennis Holm.