Mugu sjálvi rinda fyri eftirútbúgvingar

- Vilja lærarar, pedagogar ella sjúkrarøktarfrøðingar hava eftirútbúgving, mugu tey í høvuðsheitum rinda hana sjálvi, ella má arbeiðsgevarin rinda fyri hana.

Tað staðfestir Bjørn Kalsø, nú Sirið Stenberg, tingkvinna, hevur spurt hann, hví mentamálaráðið vil rinda eftirútbúgving fyri summi ,men ikki fyri onnur.

Bjørn Kalsø heldur, at tað er skeivt, at Mentamálaráðið skal rinda fyri allar eftirútbúgvingarnar og tað er ein siðvenja sum ætlanin ikki er at broyta.

Bjørn Kalsø sigur, at tað er arbeiðsgevarin, sum ger av, um goldið verður fyri útbúgvingarnar ella um tann lesandi má gjalda hana sjálvur.

Kortini ásannar hann, at Mentamálaráðið hevur goldið fyri eftirútbúgving hjá 15 lærarum, so at teir kundu uppstiga seg til bachelor.

Annars søktu 50 lærarar.

- Mentamálaráðið er arbeiðsgevari hjá lærarum í fólkaskúlanum. Sambært almenna starvsfólkapolitikkinum, er tað arbeiðsgevarin, ið hevur ábyrgdina av at menna og eftirútbúgva síni starvsfólk og at seta pening av til endamálið.

Hann staðfestir eisini, at játtanin til eftirútbúgving er eisini avmarkað.

Men tað er eisini munur á um talan er um starvsfólk á einum stovn beinleiðis undir landsstýrismanninum, eins og fólkaskúlin, ella hevur egið rakstrarstað.

Tá ið? talan er um egin rakstrarstøð, har stjórin á stovninum hevur ræðið á samlaðu játtanini, má leiðslan á stovninum gera av, hvørjar ískoytis- og eftirútbúgvingar verða raðfestar.

Tað? er ivasamt, um tað hevði verið rætt, at Mentamálaráðið sat við samlaðu ískoytis- og eftirútbúgvingarjáttanini hjá tí almenna, og harvið sat við uppgávuni at gera av, um ein námsfrøðingur hjá eini kommununu, ella ein sjúkrarøktarfrøðingur í heilsuverkinum, skal fáa ávísa ískoytis- ella eftirútbúgving goldna ella ikki, sigur Bjørn Kalsø.