Klaksvík:
Skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri og skótum á odda fór úr Klaksvíksgarðinum klokkan trý og heim í Vágstún, har Jógvan við Keldu helt røðu. Eisini sungu 17 sangarar tveir sangir.
Jógvan við Keldu nam eitt sindur við søguna hjá Merkinum og legði dent á, hvussu stóran týdning tíggjuára skeiðið 1938 ? 1948 var fyri Føroyar og Merkið.
Síðani setti hann spurningin, hvussu týdningarmikið komandi tíggju ára skeið 2004 ? 2014 fer at verða.
Jógvan segði, at føroyingar mugu seta sær mál til tess at fáa Merkið og landið meira sjónligt í heimssamfelagnum.
? Síðani kunnu vit spyrja okkum sjálvi: "Røkkur okkara merki nóg langt út í heim". - Nei her mugu vit ásanna, at tað restar í, og hvør hevur ikki upplivað, sum hevur umboðað land okkara, at Merkið okkara - føroyska flaggið - ikki sást millum hini. Oftast hevur verið átalað við góðum úrsliti, meðan tíverri onkuntíð bara tagdu vit, segði Jógvan við Keldu millum annað.
Hann vísti somuleiðis á, at føroyingar mugu ikki stara seg blindar á flaggið, men seta spurningin, hvat er aftanfyri og hvørja ávirkan hava vit, har føroyska flaggið veitrar og fer at veitra í framtíðini.
? Latið okkum á hesum flaggdegi 25. apríl 2004 seta okkum nøkur mál bæði tjóðskaparliga og á altjóða støði soleiðis, at tá Merkið okkara veitrar, eru verulig virði aftanfyri, segði landsstýrismaðurin at enda í røðu sínari.










