Mugu ríva bygningin niður fyri at finna tey saknaðu

Høvuðsgranskarin innan byggifrøði, Erik Thorenfeldt sigur, at allur bygningurin á Fjelltunvegen 31 í Aalesund má rívast niður fyri at finna tey, sum eru saknaði á 1. hædd ?Tað verður ógjørligt at fáa tey saknaðu frá 1. hædd út, uttan so, at vit ríva allan bygningin niður.? Hetta segði høvuðsgranskarin innan byggifrøði, Erik Thorenfeldt á tíðindafundi í Aalesund ígjár. ?Hetta er nýtt fyri okkum? var viðmerkingin hjá løgregluovastanum í Sunnmøre, Jon Kåre Flo. Støðan á vanlukkustaðnum er ikki greið enn, og er enn sum áður tengd at, at tað eydnast at fáa tømt propantangan, áðrenn ein kann hugsa um at taka seg inn í bygningin. Erik Thorenfeldt hevur saman við einum serfrøðingaliði kannað bygningin. Hann staðfestir tað, sum mong hava óttast fyri, nevnliga, at 1. hæddin í bygninginum er mjølvað sundur. ?Einki er eftir av 1. hædd. Vit síggja einki til 1. hædd, tá vit kanna bygningin, og vit halda, at einasti háttur at koma fram til 1. hædd, er at ríva bygningin niður omanifrá. Tá um 2. hædd ræður, so kann tað verða møguligt at taka seg inn í bygningin soleiðis, sum bygningurin stendur nú, og tí er tað uppgávan hjá okkum at meta um trygdina í mun til hesar umstøðurnar.? segði Erik Thorenfeldt við norsk tíðindafólk ígjár. Spurdur um tað kundi taka langa tíð at fáa tey saknaðu út frá 1. hædd?, svaraði Erik Thorenfeldt: ?Tað velst um hvussu skjótt bjargingararbeiðið gongur.? Myndugleikarnir eru rættuliga vissir í, at ið hvussu er tvey av teimum fimm saknaðu fólkunum eru at finna á 1. hædd í bygninginum á Fjelltunvegen 31 í Aalesund.