Tað var greiði boðskapurin bæði frá stigtakaranum og tónleikaranum, sum Katrin Kallsberg seinnapartin í dag bjóðaði inn til heima konsert í samband við átakið "Meðan vit bíða".
Seinastu dagarnar hava sjey kendir føroyingar savnað pening inn til børn, sum liva í fátækraváða í Føroyum. Katrin Kallsberg, Magni Arge, Tróndur Vatnhamar, Maud Wang Hansen, Livar Nysted, Hjørdis Háberg Petersen og Ragnhild Ellingsgaard hava fingið til 1. mai at savna so nógv sum gjørligt inn til átakið "Meðan vit bíða". Miðlahúsið hevur tikið stig til átakið, og peningurin fer óskerdur til børn, sum liva í fátækraváða. Tað er Í menniskjum góður tokki, sum býtir peningin.
Ein av tiltøkunum, sum hava verið í hesum sambandi, var heima konsertin hjá Katrini Kallsberg seinnapartin í dag.
Tríggjar klassiskar konsertir vóru í hesum sambandi, og millum annað guitarsnillingurin Ólavur Jakobsen framførdi. Hann vísti á, at hóast huglagið var gott, og dagurin var lættur og stuttligur, so var umráðandi at hava í huga endamálið.
- Vit mugu ongantíð góðtaka, at børn eru fátøk í Føroyum. Ein barndómur varðar stutt, men sárini frá einum fátækum barndómi fylgja tær alt lívið, segði Ólavur Jakobsen.
Enn ber til at stuðla átakinum. Eitt nú við at senda smsboð á 1940 og skriva barn - so letur til 50 krónur. Ella við at flyta pening á 6460 - 540.245.1.