Hesa næstu tíðina verður eingin ljósregulering við tunnilismunnanar á tunlunum Norður um Fjall. Tað boðar Landsverk frá í dag. Ljósreguleringin varð sett upp á sinni fyr at gera tað lættari um hjá teimum stóru bilunum, sum koyra ígjøgnum tunlarnar, og fyri at forða fyri, at proppur skuldi koma í, tá ið bilar møtast í tunlinum.
Men í løtuni virkar hon ikki. Landsverk sigur, at tey eru í ferð við at útvega eina nýggja skipan, men væntandi fara tað at ganga einar tríggjar vikur, áðrenn hon verður sett upp - og hesa tíðina mugu bilførarar so sjálvir ansa eftir, hvussu teir koyra.