Í dag er altjóða sjófugla dagur. Hann verður hildin í dag fyri fyrstu ferð, og orsøkin er, at 3. juli 1844 var seinastu ferð man sá gorfuglin á lívi.
Tað er World Seabird Union, sum setur dagin á breddan. World Seabird Union er ein virkjasamskipan, sum var sett á stovn í 2010. Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, hevur verið virkin í felaskapinum síðani 2010, tá hann varð settur á stovn, og arbeiðir nú sum samskiftisfólk fyri felagsskapin.
- Vit vilja minnast ta tragediuna og vísa á, hví tað er týdningarmikið at kanna sjófuglin og verja hann. Tí hann er eitt barometur fyri heilsuna í heimshøvunum, sigur Sjúrður Hammer.
Hann greiðir frá, at avbjóðingarnar hjá sjófugli eru nógvar. Sum bólkur hevur sjófuglur flest hótt fuglasløg. Heili 28 prosent av sjófugli eru hótt. Tað eru ymiskar grundir til, at sjófuglurin er hóttur, og tað er millum annað dálking, fiskiskapur og upphiting av jarðarknøttinum.
- Í Føroyum er til dømis lítil gróður og føði í sjónum, og tí klárar lundin ikki at finna føði til pisurnar, og fáar pisur koma tí undan. Eitt annað dømi er havhesturin, ið etur plastikk, sum rekur í sjónum, og sum tí er blivin eitt barometur fyri dálking í sjónum, sigur hann.
- Globalt er tað minni og minni av burðardyggum fiskiskapi og samstundins verður dálkað meir við plastikki. Eisini eru veðurlagsbroytingar við til at broyta fortreytirnar hjá fugli. Eitt dømi um hetta er pengvinin, sum ikki finnur nøktandi búpláss, tí ísurin minkar, leggur hann afturat.
- Hesin trupulleikin er eisini í Føroyum, tí tað eru møguliga eisini ávís fuglasløg, sum verða negativt ávirkaði av veðurlagsbroytingunum. Í Bretlandi fara skúgvurin og kjógvin at hvørja innan tey næstu 100 árnini, og møguliga eisini í Føroyum. Orsøkin er, at teir verða pressaðir longur norð, tá tað verður heitari. Tað eru drastinskar og umfatandi broytingar sum henda á jørðini, staðfestir Sjúrður Hammer
Ein onnur avbjóðing, sum sjófuglurin hevur, er hjáveiða. Hetta er ikki ein avbjóðing, sum vit hava í Føroyum í so stóran mun longur, men í Stillahavinum er súlukongurin hóttur, grundað á hjáveiðu
Sjúrður Hammer heldur, at tað generelt er stórur almennur áhugi í fugli og fuglalívi í Føroyum, men hann saknar ein størri politiskan vilja á økinum.
- Eitt dømi um hetta er, at vit ikki hava politiskan vilja til at friða lunda. Lundi er á listanum fyri fuglasløg, sum eru høtt, men vit hava onki forboð í móti at veiða lunda, og tað er óheppið. Føroyingar hava eitt serstakt og traditionelt forhold til sjófugl, tí vit eta hann í stóran mun. Tað er ikki nakað at skammast av, men eg vildi ynskt, at vit høvdu ein burðardyggan holdning til fuglin, sigur hann.
Hann heldur, at vit í Føroyum áttu at vita meir um stovnarnar og syrgt fyri, at vit ikki taka for nógv. Hann tekur nátaveiðu sum dømi, og vísir á, at vit ikki vita, hvussu stórur stovnurin er og hvussu nógv er tikið, men vit vita at stovnurin er minkandi.
Umframt at varpa ljós á arbeiði, sum granskarir gera innan økið, so hevur World Seabird Union praktisk uppskot til, hvat ein kann gera í dag, altjóða sjófugla dag, fyri at varpa ljós á støðuna hjá sjófuglinum
- Vit royna at eggja fólki til at vera engasjeraði í náttúruni og á sosialu miðlunum. Ein upplagdur møguleiki er, at fara ein túr fram við sjóvarmálanum og heinta plastikkið, sum er har, og síðani leggja mynd á Instagram ella Twitter við hashtagginum "worldseabirdday". Soleiðis kunnu vit í tí smáa saman arbeiða fram í móti eini betri verð, sigur hann.