Útlendingamálið
? Nú má landsstýrið ikki slaka meiri í málinum um útlendsk ítróttarfólk í Føroyum.
Tað sigur Ingeborg Vinther.
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at tey kundu góðtaka treytirnar, sum innlendismálaráðið hevði sett føroysku feløgunum fyri at fáa útendsk ítróttarfólk at spæla.
Treytirnar vóru, at feløgini skulu sjálvi betala útlendsku ítróttarfólkunum 52% av eini arbeiðaraløn. Restina, 48%, kunnu tey forvinna hjá øðrum arbeiðsgevarum.
? Hetta var ein áseting, sum vit kundu góðtaka, sigur Ingeborg Vinther.
Men nú vísir tað seg, at landsstýrið er framvegis undir hørðum trýsti fyri at linka treytirnar, so at ítróttarfeløgini sleppa bíligari og so at útlendsk ítróttarfólk í størri mun kunnu hava vanligt arbeiði afturat ítróttinum.
Men Ingeborg Vinther sigur, at nú kann ikki slakast meiri.
? Eg vóni ikki at landsstýrið fer at slaka meiri tí so var líka frægt at tað als onki gjørdi men bara læt standa til, sigur hon.
Hon sigur, at fer landsstýrið at slaka meir, verður Føroya Arbeiðarafelag noytt til at taka málið upp av nýggjum.
Farið heilt av sporinum
Annars heldur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, at spurningurin um útlendsk ítróttarfólk í Føroyum, er farið heilt av sporinum.
? Eg skilji onki av málinum longur, tí nú er tað farið at snúgva seg um nakað heilt annað enn tað sum tað í veruleikanum snýr seg um, sigur hon.
? Hetta snýr seg ikki bara um rættindini hjá føroyskum ítróttarfeløgum at fáa útlendskar leikarar.
? Hetta snýr seg sanniliga eisini um, at útlendingar taka arbeiði frá arbeiðsleysum føroyingum og tað kann ikki bera til.
Og í allarstørsta mun er talan um vanligt, tímalønt arbeiði.
? Tað er arbeiðsloysi í Føroyum og tað kann ikki bera til, at útlendsk ítróttarfólk skulu fáa arbeiði framum arbeiðsleysar føroyingar.
Ingeborg Vinther sigur, at tey hava nógv dømi um, at útlendsk ítróttarfólk fáa arbeiði á føroyskum virkjum framum føroyingar, sum sostatt mugu ganga arbeiðsleysir.
?Tað skerst altso ikki burtur, at í mongum førum hava útlendsk ítróttarfólk størri rættindi á føroyska arbeiðsmarknaðinum enn føroyingar hava. Teir verða bidnir til arbeiðis framum føroyingar og kunnu fara úr arbeiði til venjingar og til dyst, akkurát, sum teimum lystir. Samnstundis góðtekur arbeiðsgevarin ikki, at føroyingar ikki kunnu arbeiða yvir av ymsum orsøkum, kanska tí at tey mugu vera heima hjá børnum.
Tað hevur Føroya Arbeiðarafelag ein hóp av klagum um.
? Tað er ikki av ongum, at vit hava reist málið, sigur hon.
Ingeborg Vinther sigur, at hetta kann ikki vera meiningin, samstundis sum einir 1.400 føroysk arbeiðsfólk ganga heilt ella partvís arbeiðsleys.
? Tað var hetta, sum vit heitti á landsstýrið um at fáa skil á, og onki annað!
Ómøguligt við sakligum kjaki
Hinvegin heldur hon eisini, at tað vísir seg at vera heilt ómøguligt at fáa eitt sakligt orðaskifti um hesi viðurskiftini.
?Tey, sum hava dittað sær at muta ímóti hesum óskilinum og vilja hava greið viðurskifti á økinum, verða skýrd rasistar og tað, sum verri er, enntá landsstýrismaðurin sjálvur.
? Undir slíkum treytum ber ikki til at hava eitt sakligt orðaskifti.
Men Ingeborg Vinther heldur fast um, at Føroya Arbeiðarafelag vil hava skil á hesum viðurskiftunum og verður landsstýrið trýst til at slaka meir, fer felagið at taka málið uppaftur, tí so endar alt aftur í sama óskilinum og tað vil Føroya Arbeiðarafelag ikki góðtaka.