- Tað er sjálvandi neyðugt at menna ítróttin í kommununi. Men ein má ikki gloyma onnur átrokandi mál, m.a. hvat skal gerast við kommunuskúlan, sigur Annfinn Brekkstein Býráðslimurin úr sambandsflokkinum vísir á, at Tórshavnar Kommuna hevur gjørt stórar íløgur í nýggjar skúlar í kommununi í seinastuni. Ein er bygdur í Hoyvík og ein
verður liðugur at taka í nýtslu á Argjum í summar.
Nú hevur eitt ávíst tjak tikið seg upp, hvørjar íløgur eru neyðugar at gera í býnum hesi komandi árini.
- Men nú stendur eitt annað stórmál fyri, og sum eisini skal loysast ? málið um Tórshavnar Kommunuskúla, vísir Annfinn á. - Skal hann rívast niður og byggjast ein nýggjur miðbýarskúli, ella hvat?
- Vit mugu ikki gloyma, at tað standa næmingar, foreldur og lærarar spentir og bíða eftir næsta leiki frá okkum býráðslimum.
Sjálvur dugir Annfinn illa at ímynda sær, at eingin skúli verður í miðbýnum í framtíðini. Ein nýggjur skúli kann geva fleiri møguleikar til økt mentanarlív og møguleikar til enn fleiri og spennandi tiltøk í miðbýnum.
- Men alt hetta er so sanniliga eisini ein fíggjarlig avbjóðing fyri okkum í býráðnum. Rætta tíðin er ikki fyri øktum skattatrýsti á borgaran. Her mugu ynskini og tað fíggjarliga passa saman, sigur Annfinn Brekkstein.