Mugu ikki gloyma hví vit halda jól 

- Eg geri nokso nógv burturúr at pynta. Maðurin plagar at siga: Ansa nú eftir, at tað ikki sær út sum í Tivoli, sigur Annika Færø brosandi.

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – ella koma jólini bara, tá tey koma?

- Fyrireikingin er at gera reint, hugna um heimið og baka okkurt jólaligt. Men tað er nokk eisini so, at jólini koma bara, tá tey koma. Vit skulu tó ongantíð gloyma at hugsa um, hví vit halda jól og gleðast um, at Jesus varð føddur.

Tað sigur Annika Færø.

Hevur tú pyntað til jólar og gert tú nógv burturúr við pynti og ljósketum? 

- Eg geri nokso nógv burturúr at pynta. Havi hongt ljósketur, stjørnur og ymiskt vakurt í vindeyguni. Maðurin plagar at siga: Ansa nú eftir, at tað ikki sær út sum í Tivoli, sigur Annika Færø brosandi.

Plaga tit at hava jólatræ – úr plasti ella træi - og nær verður jólatræið pyntað? 

- Fyrr høvdu vit altíð ordiligt jólatræ, sum angaði av granni, men seinastu árini hava vit havt eitt tilgjørt jólatræ, tí tað er lættari. Jólatræið verður sett upp og pyntað um hálvan desember, sigur hon.

Ert tú farin at hugsa um jólagávur, og hvussu nógvar gávur verður tað til?

- Eg plagi at keypa nógvar jólagávur, men í ár havi eg minkað nógv um tær - niður í einar 12 gávur. Eg hugsi um, hvat eg skal keypa, men eg eri altíð seint úti at keypa jólagávur, sigur Annika Færø.