PISA kanningin, ið kannar støði hjá okkara 15-ára gomlu innan lesing, støddfrøði og náttúruvísind, var, sum flestu kunnugt, løgd fram fyrr í vikuni.
Ein niðurstøða í kanningi er, at næmingarnir eru ov aftarliga í náttúruvísindum og serliga innan ástøði og háttasløg. Tilmælini í kanningini eru millum annað, at endurskoða námsætlanir, so tær leggja upp fyri teim manglum, ið eru. Eisini mælir landsstýriskvinnan í mentamálum til, at lærarar verða endurútbúnir, so teir eru betur fyri at undirvísa í lærugreinum innan náttúruvísind, so úrslitið kann gerast betur.
Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin og fyrstilærari í farloyvi, sigur, at í tí stóra heila kann kann taka undir við tilmælunum og niðurstøðunum, ið PISA kanningin kemur til, men hann heldur eisini, at ein partur av loysnini uppá náttúruvísindaligu lærugreinarnar, er yvirsæddur.
Jónleif Johannesen sigur, at tað er longu lagt inn í námsætlanirnar, at ástøði og háttasløg skulu undirvísast í fólkaskúlanum, tískil er tað skeivt fokus at halda, at tað fer at bøta nógv um ringa úrslitið.
- Eg meti, at ein trupulleiki er manglandi arbeiðsfriður í flokshølunum. Ástøði og háttasløg verða best lærd og undirvíst praktiskt, men lærarar hætta sær ofta ikki at fara undir tað, tí arbeiðsfriðurin manglar, sigur Jónleif Johannesen.
Jónleif Johannesen heldur, at vit eiga at hugsa fjølbroytti hvussu vit skipa undirvísingina. Millum annað við at býta flokkar sundur og hava onnur tilboð tillagað, so mann betur kann fáa arbeiðsfrið.
Les longri samrøðu við Jónleif Johannesen í Sosialinum, ið kemur út mánadagin.